Menningargrunnur Útnorðurs: Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs - Vestnordenfonden - er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða við til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í Útnorði.
Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi vid til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum. Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.
Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 til eina samlaða upphædd á 29 mio. kr.
4 lán vórðu veitt í Grønlandi á tilsamans 13,5 mio. kr. og
8 lán vórðu veitt í Føroyum á tilsamans 15,5 mio. kr.
Samlaðu útlánini eru 60 mio. kr. við árslok 2022.
Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:
Hotel og ferðavinna 35%
Handverk og smáídnaður 39%
Fiskiídnaður og aling 8%
Flutningur 10%
Aðrar vinnur 8%
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo