FSF: Sjálvt um tað regnaði eitt sindur onkra løtuna, so vóru líkindini til fótbólt avbera góð, tá B68, í samstarvi við FSF, skipaði fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum mánadagin og týsdagin.
Báðar dagarnar varð vant frá klokkan 10 til 14, við einum stuttum matarsteðgi á middegi. Og sum heild hugnaðu tey 215 børnini og ungu sær óført, við stuttligum spølum og venjingum, sum Betri Deildar-spælararnir hjá B68, saman við øðrum, skipaðu fyri á ovara vølli og á niðara vølli á Svangaskarði.
Hetta var samstundis annar av fýra fótbóltsskúlum, sum eru á skránni í summar. Hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august, verður skipað fyri Fótbóltsskúla á Argjum, og fríggjadagin og leygardagin í næstu viku, sum er 12. og 13. august verður Fótbóltsskúli í Sørvági.
Enn ber til at melda til Fótbóltsskúlan í Sørvági. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Fyrsti fótbóltsskúlin í ár var í Gundadali í Havn síðst í juni mánað, har HB var vertur fyri umleið 260 luttakarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo