Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein 19 ára gamal maður er í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í dag dømdur 1 ár og 4 mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevniskoyring.

Ferðsluvanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 á Jóannesar Paturssonargøtu í Tórshavn. Ein 75 ára gamla maður var ávegis yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði eitt hækkað virðið av THC í blóðinum, ið er mett sum verandi vandamikið fyri ferðslutrygdina.

Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og kom dómsmannarætturin í dag fram til, at 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing á 1 ár og 4 mánaðir, har 4 mánaðir vóru gjørdir treytaleysir. Maðurin var eisini dømdur eitt koyriforboð og skal fremja 200 tímar samfelagstænastu og verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini.

Maðurin móttók dómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo