Umleið 500 fólk tóku av møguleikanum at lata seg kanna í Miðvági í morgun.
- Tað er umleið 15% øllum borgarunum í oynni og vísir, at tørvurin er stórur á eini kanningarsstøð her, sigur Sølvi Simonarson frá Vága kommunu.
Áður hava fólk verið noydd at standa úti í bíðirøð í drúgva tíð. Men nú var kanningarstøðin flutt oman í hølini hjá sløkkiliðnum, og harvið bar til at kanna ímeðan fólk sótu í bilinum, og tað lætti væl um kanningararbeiðið.
Vága Kommuna sigur seg vilja takka sjúkrahúsverkinum og starvsfólkunum hagani, sum vóru í Vágum og gjørdu kanningarnar, eins og sløkkiliðnum og Áslu Leilu Johansen fyri hjálp at fyrireika hetta vegna kommununa.
- Kommunan ynskir somuleiðis at takka teimum fólkunum sum standa í fremstu røð, í arbeiðnum at basa hesari farsóttini og fáa samfelagið aftur á beint, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo