Svar upp á fyrispurning frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, um søluna av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-026/2023
Fyrispurningur
1. Hvat hendir í løtuni við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, og er ætlanin framvegin at selja bygningin ella leiga hann út?
2. Hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa bygningin?
3. Eru møguliga aðrar ætlanir við bygninginum?
Svar
Spurningur nr. 1
P/F Fiskaaling, ið er ein granskingarstovnur, sum arbeiðir við at menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, eigur alistøðina í Nesvík. Felagið hevur framvegis ætlanir um at selja alistøðina.
Í løtuni verður arbeitt við at fáa seinastu formligu viðurskiftini upp á pláss í sambandi við at fremja søluna.
Spurningur nr. 2
12 møguligir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa alistøðina í Nesvík.
Spurningur nr. 3
Landið, ið eigur P/F Fiskaaling, hevur ikki ætlanir fyri alistøðina í Nesvík.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 25. september 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo