Ein útlendingur sum skuldi við flogfarinum í dag varð í gjár fluttur á sjúkrahús, tí hann kom fyri ein bil á vegnum ímillum hotellið og flogvøllin í Vágum.
Maðurin sást illa, tí hann var í myrkum klæðum og sýnið var vánaligt, skrivar Dimmalætting.
Maðurin slapp eftir øllum at døma væl, var eitt sindur eymur um mjødnina, men hevði annars ikki fingið mein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo