Eitt Widerø-flogfar, sum skuldi fara klokkan 13.30 seinnapartin í dag, stendur enn á flogvøllinum í Sørvági.
Flogfarið hevði tekniskar trupulleikar við eina motorinum.
Flogfarið kom í fyrradagin við 78 ferðafólkum úr Noregi, og skuldi flúgva teir yvir aftur til Noregs seinnapartin í dag.
Nú verður bíðað eftir einum øðrum flogfarið, sum stendur at koma í kvøld, sum so skal flúgva norsku gestirnar heim aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo