Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Øll hava samhuga við teimum í verkfalli í hesum døgum. Tað ber ikki annað til enn at hava virðing fyri fólki, sum stríðast fyri betri korum, eisini um tað merkir verkfall.

Men í seinastuni hava vit sæð nøkur dømi um ódámligan atburð frá verkfalsvaktum, sum hava forða øðrum í at gera sítt púra lógliga arbeiði. Fólki sum ikki hava nakran lut í ósemjuni sum valdar, og sum bara royna at fáa breyð á borðið, sum tey plaga.

Tað nýggjasta er, at nú hava fakfeløgini í verkfalli tikið sær rættin at vera myndugleiki, sum kann geva loyvi og undantaksloyvi til bæði hetta og hatta, eitt nú hvussu stórir bilar skulu sigla við strandfaraskipunum.

Tað líkist ongum.

Ein busseigari má kunna fara til Suðuroyar at bunkra um tað er hansara einasti møguleiki fyri, at virksemi ikki skal steðga upp. Og Strandferðslan spælir við. Kunnar um nýggju reglurnar frá "myndugleikanum" á heimasíðuni.

Hvørjum líkist tað?

Tað var frískligt herfyri at síggja umboð fyri bussfyritøku seta hart ímóti hørðum í Runavík, ringja til løgregluna, sum eftir lítlari løtu hevði greitt verkfalsvaktunum frá, at tað sum teir vóru í holt við var ólógligt. 

Líka so órógvandi og tankavekjandi var tað at síggja løgreglumann í Havn í sjónvarpinum hálsfevna ein av verkfalsvaktunum sum foraðu fyri, at asfaltarbeiði var gjørt. Av eini fyritøku, sum bara arbeiddi sum hon plagdi. Teir máttu bara gevast at arbeiða. 

Eftir øllum at døma er tað tilvildin sum ræður her í landinum. Hvør tú ert, hvønn tú kennir og hvar tú ert nær.

Tað ber ikki til. Tað oyðileggur álitið, sum vit annars hava á okkara skipanum.

Virðingin má ganga báðar vegir.

Tað er ein rúgva av fyritøkum sum stórbløða í hesum døgum, tí tær ikki fáa gjørt sítt lógliga arbeiði vegna forðingar av ymsum slagi. Nógvar tola tað ikki, og eru í størri vanda fyri at fara á húsagang fyri hvønn dag sum gongur. Og arbeiðspláss fara fyri skeyti.

Nú frættist, at øll neyðug undantøk verða givin, so stevnurnar og kappróðurin kunnu haldast sum vanligt. 

Hví tað?

Er tað ikki ókonsekvent?

Er tað ikki meiningin, at verkfallið skal raka so hart og kontant sum gjørligt, fyri at tað skal vera so stutt sum gjørligt?

Enn einaferð - virðingin má ganga báðar vegir.

Tað meinar VP.

LES EISINI: 
VP meinar: Hetta má vitlíki kunna gera betri

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo