Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(mynd KvF)

(mynd KvF)

(mynd KvF)

Í gjár hevði Útvarpið áhugaverda samrøðu við ukrainska mammu sum er flýdd til Føroya undan krígnum í heimlandinum. Við sær hevði hon dóttrina, og nú tær hava verið her í tvey ár, eru tær av álvara farnar at festa røtur. Ikki minst dóttirin, sum hevur nógvar vinir og tosar føroyskt raðið.

Men tað er  trupult at leggja sær lívið og gerandisdagin til rættis við einum fyribils uppihaldsloyvi sum er galdandi í eitt ár í senn.

- Eg hevði verið glað, um tað bar til at fáa eitt sindur meira greidleika á okkara framtíð. Sum er, vita vit ikki, hvat skal henda við okkum, segði unga ukrainska mamman.

Formaðurin í Reyða Krossi var eisini inni í myndini og segði, at hann helt, ukrainsk flóttarfólk tað sama kunnu fáa eitt tilboð um varðandi uppihaldsloyvi, tí tey hava onki at fara heimaftur til kortini. 

Tað er sjálvandi rætt og ein góð orsøk til at hjálpa. Men lat okkum ikki gloyma, at hesi fólkini, nógv teirra ung við nátúrligum áræði og framfýsni, ikki ætla sær og neyvan heldur fara at liggja nøkrum til byrðu ella last. Tað kann líka skjótt vísa seg, at tey eru ein gáva fyri landið.

Og skuldi nakar ivast, so mugu vit vóna, at allur ivi hvørvur sum døgg fyri sól, tá børn, sum valla minnast annað enn Føroyar, eru partur av málinum. 

Tí at senda børn sum hava fest røtur í Føroyum og tosa málið raðið av landinum aftur, ímóti viljanum hjá teimum og foreldrunum, tað kann ikki koma uppá tal.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo