Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi sum herfyri so at siga tók stafettina frá fyrrverandi sambandsløgmanni, Kaj Leo Johannesen, sum einaferð segði seg droyma um ein felagsskap ímillum trý sjávstøðug lond. Tað eru nøkur ár síðani, og hann fekk at hoyra fyri orðini sum ikki fullu í góða jørð hjá øllum. Men nú tykist løtan lagalig aftur, tí tað gerst alsamt meira greitt fyri fleiri og fleiri, at verandi støða er ikki haldbar. Troyggjan er vorðin ov trong.

Tað hevur verið áhugavert í seinastuni at hoyrt tingfólk úr bæði sambands- og loysingarpartinum siga sína hugsan um hetta málið. Og tað tykist greitt, at partarnir eru søguliga nær hvørjum øðrum. Pragmatisman tykist vilja sigra. Tað ber ikki til í allar ævir at dyrka ósemjuna um smátingini, tí man heldur, at tað er tað sum skal til fyri at reka atkvøðurnar í rætt.

Del og hersk hevur leingi verið framferðarhátturin hjá dønum. So leingi sum føroyingar standa so spjaddir í ríkisrættarliga spurninginum, so kunnu danir lena seg upp afturá. Høvdu føroyingar hinvegin staðið saman, so var tað vit sum hildu dirigentpinninum.

Tað er veruliga at fegnast yvir, at felagsmongdin sum føroyskir politikarar kunnu semjast um nú tykist rúma einum søguliga stórum parti av Løgtinginum. Tí eigur løgmaður at brúka lagaligu løtuna og handla, hóast tað kanska er at fara eitt sindur longri enn samgonguskjalið leggur upp til.

Vit brúka nógva tíð og orku uppá at tosa um teir altjóða og norðurlendsku felagsskapir, sum vit fegin vilja men ikki sleppa at vera við í.

Lofta bóltunum, Aksel. Og fá hasa tjóðarsemjuna í kassan. 

So fert tú í søguna við einum bringuprýði, sum neyvan nakar annar løgmaður undan tær.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo