Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú eiga landsins kosnu at taka ábyrgd og gera seg til part av fastløstu støðuni í trætuni sum heldur landinum í kvørkrataki, sjálvt um tað neyvan er populert. Í øllum førum ikki í fyrsta umfari.

Men kanska er hetta lagaliga løtan til at innføra 37 tíma arbeiðsviku sum ein part av eini samlaðari loysn.

Tí tað er heilt ivaleyst, at partarnir sjálvir, saman við mest garvaðu semingsfólkunum, vit eiga, hava ikki evnini at koma til nakra loysn.

Støðan er so fastløst sum neyvan nakrantíð áður. Og risastór virði, sum eru grundarlag undir okkara vælferð, fara fyri skeyti alla tíðina. 

Talan er um eina vanlukku, sum gerst størri fyri hvønn tíma sum gongur.

Samstundis finna fólk uppá meira og minni kreativar loysnir, fyri at fáa sín dagligdag at hanga saman. Í reinari desperation. Og fleiri dømi hava verið um, at veruligur vandi kundi staðist. Enn er tó tíbetur ongin fólkaskaði hendur. 

Men kanska er hetta lagaliga løtan hjá teimum ráðandi at koma við eina ótraditionellari loysn. At kalla saman til trípartasamráðingar, og taka ætlanirnar ella rættari sagt vallyftini hjá samgonguni um eina styttri arbeiðsviku fram aftur. Hetta er jú alt partur av somu søk.

Tað hevði sjálvandi ikki verið lætt. Men støðan er ikki løtt. Hon er torgreidd og krevur, at tey við evstu ábyrgd byrja at geva henni ans. Nú sum ein annan dag.

Tí Føroyar bløða.

Tað meinar VP.

Les eisini:

VP meinar: Hetta má vitlíki kunna gera betri
VP meinar: Virðingin má ganga báðar vegir

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo