Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hava vit ov nógv landsstýrisfólk, so oddafiskarnir hava nokk at gera við at fáa øll at ganga í takt?

Hava vit ov nógv landsstýrisfólk, so oddafiskarnir hava nokk at gera við at fáa øll at ganga í takt?

Fyrstu ábendingina um eina samgongu við ov ringum arbeiðslagi fingu vit sjálvan dagin, tá nýggja landsstýrið fekk lyklarnar til Tinganes. Í ovfarakæti kom nýggi landsstýrismaður við ábyrgd av samferðlu við tí lyfti, at áðrenn valskeiðið var av, var sett á at bora Suðuroyartunnilin. Eitt úttalilsi sum var tikið púra úr leysari luft, og sum sami maður seinni noyddist at avsanna eftir boðum úr hægri stað. Seinni varð málsøkið flutt til løgmann at umsita.

So skuldu vit hava vetrarfrí til fólkaskúlan. Tað lovaði landsstýrismaðurin við ábyrgd av skúlanum, Djóni Nolsøe Joensen. Afturat heystfrítíðini og jólafrítíðini skuldu vit hava frí eina viku afturat myrku tíðina, og so heldur ganga í skúla tað meira ljósu tíðina, tí vikan skuldi takast av summarferiuni. Enn eitt púra ófyrireikað útspæl frá einum landsstýrismanni, sum leyp framav. Sum skeyt fyrst, og spurdi aftaná.

Og nú snýr alt seg eina løtu um eina nýggja prísskipan til Strandferðsluna. Als ongin fyrireiking, langt ífrá neyðug undirtøka og úrslitið haraeftir. Enn einaferð burturspilt arbeiði, gjørt fyri skattakrónurnar hjá vanliga føroyinginum. Er hetta eitt annað slag av borgarstjóraeffekt, sum ger seg galdandi? Helt er tað bara kleyvarskapur.

Tað skuldi annars verið nokk av álvarsmálum at trivi í hjá samgonguni.

Tora royndu politikararnir og oddamenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi ikki at krita banan upp, og fortelja sínum fólkum, hvussu man ber seg at? Ella hava vit í veruleikanum ov nógv landsstýrisfólk, so oddafiskarnir hava nokk at gera við at fáa øll at ganga í takt?

Leysu kanónirnar í landsstýrinum fremja ikki álitið á politisku skipanina.

Tað meinar VP.

Hava vit ov nógv landsstýrisfólk, so oddafiskarnir hava nokk at gera við at fáa øll at ganga í takt?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo