Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Landsstýrismaðurin við ábyrgd av barna- og ungdómsmálum, Djóni N. Joensen, ætlar at gera felags reglur fyri allar fólkaskúlarnar í landinum. Nú skal fartelefonin ikki longur vera ein partur av skúladegnum, ætlar landsstýrismaðurin.

Hesum ætlanum heilsa vit vælkomnum.

Men tað kann undra, at tað hevur tikið so langa tíð at koma hertil. Hevur tað ikki verið alment kent í áravís, at fartelefonin ger meira skaða enn gagn, tá børnini hava hana við sær í skúla? Hví hava skúlaleiðslur staðið so einsamallar í stríðnum ímóti órógvandi elementinum, sum telefonin er, innan skúlans gátt?

Tað munnu vera nógv foreldur í Føroyum, sum hava kent seg maktarleys, tí ongar felags reglur hava verið. Og nú tað sær út til, at tær koma, so kunnu vit bara staðfesta, at tað man vera í so seint. At tað eru skúlar, sum í áratíggju hava havt telefonina sum ein fastan men óbodnan part av undirvísingini.

Hvat tað hevur gjørt við ættarlið, sum í dag eru við blíva tilkomin, ja tað kunnu vit bara gita og vóna tað besta um.

Bara framtíðin kann siga okkum, hvussu stórur skaðin er.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo