Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Herfyri frættist at politiið hevði handtikið trý fólk í einum handli í Havn, tí tey høvdu stolið mat.

Tað gekk ikki long tíð, so vóru spekulatiónir á sosialu miðlunum, um tað nú veruliga er blivið so illa statt í Føroyum, at fólk noyðast at stjala fyri at fáa breyð á borðið. Um ikki tað var rættast, at tey á ovaru rókunum rindaðu eitt sindur meir (enn tey longu gera) í felagskassan, so tey á niðaru rókunum kundu fáa meira.

Men man tað nú vera so illa statt í Føroyum, at fólk noyðast at stjala seg til mettuna? Neyvan!

Gamaní, nógvar húsarhaldsvørur eru dýrkaðar nógv og rentan er farin upp, so tey sum hava stór lán mugu rinda meira og hava tískil minni eftir at húsast fyri.

Men vit sum liva í Føroyum í dag mugu ikki gloyma, at ongin annar í hesum landinum nakrantíð hevur havt tað so gott sum vit. Arbeiði er til allar hendur, so nógv, at vit noyðast at innflyta arbeiðsmegi fyri at halda stand bara so nøkurlunda, og lønirnar eru hægri enn nakrantíð. Høvdu forfedrarnir vita, at tey ungu í dag kunnu ferðast kring allan knøttin fyri lítið meira enn eina mánaðarløn.

Annað er so tað, at handilsstuldur kann koma av eini sjúku, kleptomani, sum kann raka øll, bæði høg og lág.

Helst hevur henda sjúkan verið avbjóðingin hjá teimum, sum stjólu.

Vit liva øll í materiellari yvirflóð, eisini tey á niðastu rók. Tann neyðin, summi halda seg uppliva, man hava okkurt at gera við at liva yvir evnið og duga sær at seta tæring efter næring.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo