Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú eru vit komin hartil, at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kann fáa ein enda. Tað man hava verið øllum greitt í langa tíð, ikki minst teimum báðum pørtunum í trætuni, at støðan er fullkomuliga fastløst, og her verður ongin annar endi enn tann sum helst verður næsti leikurin - ein lóg.

Tí tekur felagið í verkfalli øll undantøk aftur, so sjúkrahússtjórin kann siga, at nú er tað ikki longur forsvarligt, so landsstýriskvinnan kastar handklæðið í ringin og sendir Svartaper víðari til løgmann ið má taka ópopuleru avgerðina.

Fleiri ferðir hevur verið sagt, at tað eru sjúklingarnir og sjúkrahúsverkið sum eru stóru tapararnir í stríðnum. Men tað er ein enn størri tapari, tann størsti taparin í øllum føroyskum verkføllum, og tað er vanligi lønmóttakarin.

Hann sum fer í verkfall og harvið fær sína egnu løn ummaftur, rindar skatt av somu pengum ummaftur og samstundis noyðist at skjóta ein hvítan píl eftir yvirtíð, vaktarpengum og øðrum líknandi, sum hann annars hevði fingið. Fyri nøkur sølli prosent omaná lønina. Og ímeðan hin parturin sparir útreisðlur í ólukkumát.

Men er veruliga ikki ein meira nútímans háttur at áseta lønir og arbeiðsvilkor annars á føroyska arbeiðsmarknaðinum enn hesin primitivi og avoldaði mátin? Kunnu vit púrt onki læra av søguni? Er hetta ein foyra, sum vit noyðast at vera í, tí tað er bara tað frægasta?

Man orsøkin til hesar fastløstu støðurnar, sum ofta vísa seg at koma, ikki eisini hava sínar røtur í, at tað er ein rúgva av smáum kongaríkjum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, bæði innan tað almenna og privata, sum skulu markera seg, men samstundis kosta limunum pengar ígjøgnum eitt limagjald, sum ivaleyst kundi verið nógv lagaligari, um minni var at gjalda til? Bæði verkfallsgrunnar og umsitingar?

Og man ein partur av orsøkini eisini vera at finna í lyndinum hjá tolna føroyinginum, sum letur alt um seg ganga og er serfrøðingur í at yppa øksl?

Vit kunnu vita, hvat nú hendir.

Rundu orðingarnar hjá fakfelagsformonnum um ein arbeiðsmarkna, sum ikki vil lata alt um seg ganga, og annars hóttir við at kalla inn til enn ein fund, blanda politikararnir seg uppí, geva greiðar ábendingar.

Eitt óneyðugt spæl fyri gallarínum, sum palliba rindar fyri, og sum má halda uppat.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo