Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum ikki eru komin longri?

Er tað veruliga ongin meira intelligentur og siviliseraður máti at bíta hesa køkuna, enn at fara í verkfall og í síðsta enda mest sannlíkt missa meira fyri minni?

Gamaní fær verkfalsfólkið streikupengar frá fakfelagnum fyri tíðina sum tey eru í verkfalli. Men fakfeløgini prenta ikki pengar. Tað sum verður goldið út eru somu pengar, sum limirnir einaferð hava goldið inn gjøgnum sítt limagjald. Væl at merkja av skattaðari inntøku. Og nú tey fáa pengarnar út sum verkfalsløn, so verða teir skattaðir einaferð afturat. 

Tað skal ein nokk so klekkilig lønarhækking til, um hetta roknistykkið skal hanga saman. Fyri ikki at tala um, at tað ikki er fult endurgjald av lønini, tey fáa. Og fyri als ikki at tala um, at vit í Føroyum, helst av okkara eftir øllum at døma íborna sundurlyndi, hava lutfalsliga nógv fakfeløg, við løntum forfólkum og umsitingum. Sum limirnir við sínum knossi skulu gjalda fyri.

Neyðars verkafólk. 

Nú skal hetta ikki fatast sum ókonstruktivt gamlamannamjarr. Sjálvandi viðurkenna vit rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at skipa seg. Og týdningin sum fakfeløg um allan heim hava havt fyri korini hjá teimum "á niðaru rókunum" upp gjøgnum tíðirnar. Men er hetta veruliga einasta gongda leið? Same procedure sum fyri 100 árum síðani?

Hví er tað ongin av teimum í verkfalli sum spyr, um hetta nú eisini  er besti mátin at fáa nakað uppá lønina? At fara í eina kostnaðarmikla konflikt, sum øll av royndum vita bara fær marginalt afturat uppá lønina enn tað sum longu liggur á borðinum? 

Er tað okkurt slag av rúsi sum ger seg galdandi her?

Tað verða so ikki fakfeløgini sum seta roknistykkið upp fyri sínar limir. Ein kann undrast yvir, at arbeiðsgevararnir ikki gera tað. Kanska er tað ikki teirra uppgáva. Ella er tað vanlig føroysk fólkaligheit?

Ósemjan snýr seg jú um støddfrøði, søgulig tøl og hvussu henda vælsignaða kakan skal býtast. Væl skiljandi argumentið um, at gjógvin ímillum ymsu stættirnar ikki skal halda fram at vaksa, tað mugu politikararnir loysa.

Føroyar hava onkuntíð fyrr verið samanbornar við bananrepublikkirnar í Suðuramerika. Hetta sum nú gongur fyri seg kann valla kallast annað enn bananrepubliktilstandir.

Í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, hava tey langt síðani funnið útav at gera høvuðsavtalur sum avmarka talið á verkfallum og í síðsta enda gagna øllum, ikki minst løntakarunum. 

Men so er ikki í Føroyum.

- Stættarstríðið er vunnið, sum fyrrverandi javnaðarhøvdingurin segði. 

Hann hevði skilt, at tað gevur ikki meining at seta tímalønina hjá einum ófaklærdum upp ímóti yvirskotinum ella vinningsbýtinum hjá Bakkafrost ella Føroya banka. Tað eru tvey ymisk ting. 

Sagt verður, at nógvar samfelagsfunktiónir, sum vit kenna tær í dag, um nøkur ár fara at verða erstattaðar av vitlíki. Vit halda, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum áttu at staðið frammarliga í teirri bíðirøðini. 

Tí hetta má vitlíki kunna gera betri.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo