Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein rættulig øsing tykist vera íkomin, nú tað er greitt, at ikki allir útlendingar, sum koma hendavegin at arbeiða, hava reint mjøl í posanum

Øsingin hevur rættuliga tikið dyk á seg eftir at tað er komið fram, at ein útlendskur maður, sum í Føroyum hevur sitið varðhaldsfongslaður í fleiri vikur, tí hann er undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á minst eina kvinnu, í heimlandinum er dømdur fyri morð.

Á hægsta politiska stigið verður tosað um at "stramma reglurnar" og seta forðingar fyri borgarum úr triðjalondum, tað eru teir sum koma ígjøgnum Fast Track skipanina, so tað skal vera verri hjá teimum at koma hendavegin at arbeiða. Og møguliga gera ónáðir.

Men áðurnevndi maður er ikki komin gjøgnum Fast Track skipanina, hann er póllendingur, og tá Pólland er ES land, hevur hann nógv betri atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin enn triðjalandsborgarar.

Tað er órímiligt, at útlendingar, sum eru komnir hendavegin at geva sítt íkast til arbeiðsmarknaðin, og harvið stuðla uppundir føroysku vælverðina, skulu uppliva at verða umtalaðir sum potentiellir brotsmenn sum ikki at eiga at sleppa so lætt inn í landið. Serliga eftir at tað er staðfest, at ongin samanhangur er ímillum Fast Track skipanina, og øktan kriminalitet í Føroyum.

Og munnu ikki fleiri arbeiðsgevarar hava upplivað, at júst hesi fólkini eru sera arbeiðssom og fryntlig og á ongan hátt nakar trupulleiki?

Sjálvandi skulu vit ansa eftir, hvør kemur hendavegin. Og sjálvandi skulu vit ikki taka fleiri fólk inn, enn arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri. Og tað skuldi verið óneyðugt at nevnt, at tey sum koma, skulu hava eina reina revsiváttan.

Men so er at biðja um eina slíka. Tað verður ikki gjørt í dag.

At halda, at tað bert eru fólk úr triðjalondum sum hava onnur ørindi her enn at arbeiða og vera ein lógligur partur av samfelagnum, tað er at fara skeivur. Sum omanfyri nevnda dømi eisini vísir.

Tað er ongin orsøk til at skerja møguleikarnar hjá bæði arbeiðsgevarum og -takarum við at avmarka Fast Track skipanina. 

Tað snýr seg um at forða teimum skeivu "elementunum" at sleppa inn í landið. 

Uttan mun til, hvørja skipan tey eru komin ígjøgnum.

So einfalt er tað.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo