Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj er seinnapartin komin á vitjan í Danmark. Hann steðgar í tveir dagar. Hann kemur beinleiðis úr Niðurlondum, har hann júst hevur fingið lyfti um fleiri framkomin F-16 stríðsflogfør, sum skulu brúkast í krígnum ímóti Russlandi.
Volodymyr Zelenskyj skal hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, verjumálaráðharran, Jakob Elleman-Jensen, uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen og búskaparmálaráðharran, Troels Lund Poulsen.
Tey fara at hava tíðindafund á Skrydstrup Flyvestation seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo