Synergi: So er tað nú, tú kanst gera tína ávirkan galdandi og tilnevna Ársins Leiðarar 2025 og nýggja heiðurin “Herðaklappið til millumleiðaran”.
Allir tilnevningar verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú kanst senda tína tilnevning umvegis messenger á Facebooksíðuni, LinkedIn ella Instagram hjá Synergi, har tú skrivar tínar grundgevingar fyri tilnevningini. Lætt og ómaksleyst.
Tú kanst eisini fylla út skjalið á heimasíðuni hjá Synergi:
Tilnevn Ársins leiðarar HER!
Tilnevn millumleiðaran til “Herðaklappið til millumleiðaran” HER!
Einfalt at tilnevna – útfyll nøkur fá felt í trúnaði
Tveir Ársins leiðarar skulu veljast. Ein innan privatu vinnuna og ein innan tað almenna. Tað er sera einfalt at tilnevna. Tú skalt bert útfylla nøkur heilt fá felt, so sum navn á teimum, tú tilnevnir og eina grundgeving.
Spell um tín leiðari hevur uppiborið heiðurin, og ikki er tilnevndur
Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur. Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2025, ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi 17. januar 2025. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin fyri Ársins leiðarar er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann. Herðaklappið til millumleiðaran er, sum navnið sigur, ein millumleiðari, sum hevur skarað framúr.
Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvørji verða kosin Ársins Leiðarar og hvør fær Herðaklappið til millumleiðaran 2025.
Les alt um og tekna teg til Leiðaradagin HER!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo