Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Voxbotn: Beint sum OY Voxbotn 2024 varð av, settu vit spurningin “Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2025?”.

Eitt ynski ið gekk aftur og aftur var bólkurin Suspekt. Tí gjørdu vit skjótt av, og bjóðaðu teimum at luttaka á OY Voxbotn 2025, og teir játtaðu beinavegin. 

Gleð teg til eina rimmar veitslu!

Teir eru kendir sum bad boys í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock n´roll lívið í Keypmannahavn.

Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum Gonzo verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball.

Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90ini. Tá vóru teir bara unglingar. Men tað var ikki fyrr enn í nullunum, at bólkurin veruliga slerdi seg fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna "Ingen slukker the stars". Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.

Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir - og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og øðrum.

Tað verður rimmar veitsla tá teir fara á pallin 28. juni. Lat tí smædna aftuhaldni liggja eftir við hús, og geyla við teimum villu, stuttligu og ópassandi sangunum.

Atgongumerki fáast á ebillet.fo fyri kr. 795,- umframt avgreiðslugjøld.

OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo