Fyrireikararnir: Sunnudagin, tann 16. mai klokkan 20:00 verður hugnaløta og konsert í SALT undir heitinum:
”Vit minnast tónleikin – eitt afturlit í 70-uni”.
Nøkur av teimum sum vóru ung í 70-unum, hugleiða um tíðarskeiðið í andaligum høpi, og minnast okkara kæra Alex, sum flutti heim undan okkum, hann sum gav okkum so nógv ígjøgnum sín frálíka sang og tónleik.
Konsertparturin verður við Svein í Prestgarði og bólki. Tey framføra sangir og løg sum Alex gav út á kassettubandi, og seinni á fløgu.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo