Tórshavnar kommuna: Virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða latnar í Múllers Pakkhúsi 20. oktober 2022 kl. 17.
Sambært skránni verður byrjað við at kórið Silvitni syngur tveir sangir. Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og síðan handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, virðislønirnar.
Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir og fyri mentanaravrik, umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Aftaná syngja Bollarnir tveir sangir. Bjóðað verður til ein drekkamunn á miðhæddini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo