Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-066/2024 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um MobilePay
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Veit landsstýrismaðurin, um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar?
2. Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar?
3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroyar?
4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag?
Svarað verður undir einum:
Eingin løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum. Føroyskir peningastovnar arbeiddu fyri eini tíð síðani við at fáa MobilePay-skipanina til Føroya, men tøkniligu forðingarnar høvdu tá við sær, at komið varð ikki á mál. Ein týðandi tøknilig forðing var, at skipanin var knýtt at donskum telefonnumrum, og at tað ikki uttan víðari bar til at seta skipanina í verk í øðrum londum.
Síðani er MobilePay-skipanin broytt, og tøkniligu forðingarnar, sum áður vóru, eru ikki viðkomandi longur. Skipanin, sum upprunaliga er donsk, er nú løgd saman við eini líknandi norskari skipan (Vipps), og farið er undir at seta skipanina í verk í m.a. Svøríki og Finnlandi.
Vipps arbeiðir saman við Talgildu Føroyum at fáa skipanina setta í verk í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at knýta í tøkniliga undirstøðukervið í Føroyum, t.e. Heldin, Landsfólkayvirlitið og Samleikin.
Tað ber kortini ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði, og tí ber heldur ikki til at siga, nær MobilePay-skipanin fer at virka í Føroyum.
At enda kann upplýsast, at tað Uttanríkis- og vinnumálaráðnum kunnugt ber til at brúka MobilePay við føroyskum kontunummari.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. januar 2025
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo