Reyði Krossur: Dánial og Ann Dorit Thomsen úr Sandavági vóru ímillum tey mongu, ið stuðlaðu arbeiðinum hjá Reyða Krossi í árligu landsinnsavningini sunnukvøldið – og so vóru tey eisini hepnu vinnararnir av tí spildurnýggja Volvo EX30 elbilinum!
Sum sandavágsbúgvar høvdu tey longu lagt merki til flotta bilin uttanfyri Fiskastykkið, og nú sleppa tey at koyra hann heim.
Hjartaliga tillukku við bilinum, tit bæði, og takk fyri stuðulin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo