Tað er trongt og kann vera trupult at manøvrera í havnini í Skopun viðhvørt. Í gjár kundi enda galið, tá ein bátur kom fyri Teistan, sum var á veg bakkandi inn í Havnina.
Sum skilst spældi alt tó væl av og ongin stórvegis skaði stóðst av hendingini.
VP hevur verið í samband við manningina á Teistanum, sum tó hevur lítlan hug at gera viðmerkingar til hendingina og vísir til leiðsluna á SSL, sum ikki er til arbeiðis í dag. Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá manninum á bátinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo