Fyri løtu síðani var hetta gráttmálaða propellflogfarið at síggja fleiri staðni í Føroyum.
Flogfarið, sum onkur sigur er eitt herkules hernaðarflogfar, fleyg yvir Skálafjørðinum, og tað er eisini sæð í Havn og vestanfyri í Norðurstreymoy.
Tað sæst ikki á flightradar, og heldur ongir upplýsingar eru um, at tað hevur sett seg í Vágum.
Ólavur Frederiksen tók videobrotið omanfyri.
Her eru fleiri livandi myndir sum Bodil Jóannesardóttir tók tá ið flogfarið fleyg inneftir Skálafjørðinum, Millum Fjarða og út gjøgnum Funningsfjørd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo