Norðlýsið fer at sigla á Skálafjørðinum hvønn dag í Mentanarvikuni frá 23-29. apríl 2018.
Jóhan Petersen og Sámal Petur í Grund vera ferðaleiðarar umborð, teir koma at greiða frá egnum upplivingum, um hvussu mjólkarrutan sigldi og hvønn týdning mjólkarrutan hevði fyri økið.
Manningin á Havnaskrivstovuni tekur ímóti gestum hesar dagarnar, har høvi verður at síggja forkunnugu framsýningina, sum er uppsett av bygdasavninum Forna.
Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug um tú vilt tryggja tær pláss, tað kann gerast á www.atgongumerkir.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo