VESTUR UM RIV
eftir Lord Alfred Tennyson
Sólsetur, stjørnuklárt,
og greidlig boð eftir mær.
Á, gævi tað ikki kennist ov sárt
at flota mítt fúnaða far.
At sigla út á hin myrka poll
við flóðini vestur um riv,
meðan brotið leikar um ár og toll,
og úr mjørkanum kennist driv.
Skýming og klokkuspæl,
og náttin myrk og so grá;
syrg ikki, tá ið eg biði farvæl
og seinastu ferð skjóti á.
Um røstin meg ber um ókend høv,
og eg tola má mangt eitt nos,
eg vóni, at eg handan ytstu nøv
í semi kann hitta mín loðs.
(umsett Alexandur Kristiansen)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo