Vága kommuna: Borgastjórin í Vága kommunu hevði fund við nevndirnar í MB og 07Vestur mikukvøldið tann 03. mai 2017, har tosað var um ymisk mál av felags áhuga.
Á fundinum legði nevndin fyri MB fram uppskot um, at MB, 07Vestur, Vága kommuna og Sørvágs kommuna skipaðu ein arbeiðsbólk, sum skuldi arbeiða við at forða fyri happing millum leikararar og stuðlar hjá báðum fótbóltsfeløgunum.
Nevndin í 07Vestur tók beinanvegin undir við hesum uppskotinum.
Borgarstjórin í Vága kommunu vendi sær til borgarstjóran í Sørvágs kommunu og spurdi um hennara støðu til málið. Borgarstjórarnir vóru samdir um at vera við í arbeiðsbólkinum. Semja var eisini um, at Námsfrøðiliga Ráðgevingin skal vera við í arbeiðsbólkinum.
Arbeiðsbólkurin byrjar arbeiðið beinanvegin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo