Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tykist, sum um fleiri søgugrunnir føroyingar halda, at vit glaðir og naivir skullu leggja okkum  á búkin  fyri einum tiltiknum ráum og brutalum stórveldi og elta lograndi í hølunum á Grønlandi.

Grønlendskirr Inuittar hava allarhelst lært øgiliga lítið av søguni hjá teirra lagsfeløgum í Alaska og Canada.

Har eru rættiliga fá av teirra lagsfólkum sum hava kunnað varðveitt sítt uppruna-mál og kultur.

Hava vit heldur einki lært av søguni?

Allastaðni har tann anglosaksiski (serliga tann eingilski og amerikanski) "kultururin" hevur  fingið  fríar ræsur, hava teir køvt og útruddað mál og lokala mentan hjá teimum fólkum, sum teir hava fingið atgongd til at ávirka og  kulturpolitiskt dominera..

Tað hevur ikki verið vid vápnum, men við  alskyns  vulgerum og manipulerandi  "tilboðum" á  eingilskum máli.

Okkum nýtist bara  at hyggja eftir Írlandi, har anglosaksisk mentan køvdi írskt mál eftir fáum ættarliðum ella Wales, har  walisiskt næstan bara trívist  í onkrum kvøldskúla í dag.

Gæliskt mál,  sum var  tosað á Hebridunum og  í Skotlandi er næstan bara kent á bóka- og skjalasøvnum í dag.

Hvussu nógv upprunafólk hava ikki fingið sítt mál týnt av USA, líka frá indianarum til inuittar í Alaska.

Eru vit føroyingar so naivir, at vit billa okkum inn, at vit sleppa at liggja uttan ágangandi kulturella invasión, bæði av Tv-sendarum, radio og kanska beinleiðis landgongd við aggressivum tiltøkum, sum fara at seta føroyskt mál undir so hart trýst og so sterka manipulatión, at bara tey allartreiskastu vera før fyri at lofta sær og varðveita sítt føroyska mál.

Tá verður eingin bendiklubbi at kroka í.

TAÐ RISAMIKLA OG HOTTANDI PARADOKSIÐ
Petur Mohr Dam, Palli Henriksen, Heðn Brú, Martin Joensen og fleiri plagdu ofta at vísa til tey ræðandi dømi hjá okkara nærmastu grannum.

Okkara oddamenn harmaðust jú um, hvussu støðan var í Hetlandi og Orkney-oyggjunum.

Hesi oyggjalond  høvdu akkurát sama mál, sum vit, men so komu tey undir tann  kulturimperialistiska eingilska jarnhælin, og  teirra mál hvarv eftir fáum ættarliðum.

Beint eftir kríggið nevndu hesir visionæru og framskygdu menn ofta, at føroyskt mál hjá yngri fólki fór meira av lagi tey fimm árini, vit vóru  undir eingilskari herseting enn eina heila øld undir Danmark.

TAÐ átti at verið sera tankavekjandi fyri øll tey, sum ynskja føroyskum máli eina framtíð.

Annars verða tað bara eldri serlingar og útisetar, sum brúka føroyskt mál sum annað enn eitt ítriv ella kuriosum.

So seint sum í 1950 unum ávaraði P M Dam ofta móti, at vit uttan eina danska kulturella verju-paraply, komu at liggja spillnakin og verjukeys yvirfyri ágangandi anglosaksiskari imperialismu, sum bara eftir stuttari tíð, uttan Danmark kundi týna føroyskt mál hjá ungdómi.

Hvis man heldur, at vit við okkara geografi, kunnu lofta okkum móti anglosaksiskari kulturimperialismu, antin hon er skipað ella bara eitt  farligt "tilboð", so hevur man longu lagt "kongin" og ofrar heilt sína málsligu framtíð

Vit hava ongantíð havt meira brúk fyri skilagóðari symbiosu(samræði) við Danmark sum akkurát nú.
Men tað hvørki vil ella dugir loysingarliðið at forstanda.

Donsk mentan og menniskjansligur solidarutetur er okkara einasta málsliga bjarging.

Vit kunnu jú slett ikki klára tær aggressivu  avbjóðingarnar, uttan ta donsku grundtvigsku og menniskjansligu kultur-paraplýggju- verjuna.

Tað er tað risamikla hóttandi paradoksið hjá tí larmandi  loysingar-liðinum, sum allerhelst av ovurhuga  ætlar at skjóta seg í báðar sínar nationalistisku platt-føtur.     

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo