Veltan á Sandi: Grønu og fruktargóðu velturnar sum liggja lið um lið heima á Sandi eru ein samanrenning av sera góðum nátúrligum fortreytum og menniskjaligum ídni gjøgnum fleiri ættarlið. Hetta er vakstrarøkið, sum vit øll kenna og elska. Her vaksa epli, grønkál, purrur, leykur og røtur av alskyns slag. Her arbeiða bøndur og maskinur frá morgun til myrkurs.
Her vitja skúlar, fyritøkur, politikarar, víðagitnir kokkar og fjølmiðlar úr øllum heiminum fyri at nema sær vitan og íblástur.
Hesum vakstrarumhvørvinum eru føroyingar av røttum errin av.
Og tað eru ikki fleiri enn tveir mánaðir síðani, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið sendi út skriv, har fráboðað varð, at nú vil politiski myndugleikin økja framleiðsluna av dygdargóðum landbúnaðarvørum. Veltan fegnast um, at tað í skrivinum stendur, at játtan verður sett av, og at verkætlanin skal staðsetast heiman á Sandi. Við skrivinum fylgir ein vøkur mynd av veltunum á Sandafløttinum.
Hendan myndin verður tó ein onnur um tíggju ár.
Um tíggju ár verður hetta fruktargóða umhvørvið burtur. Velturnar verða burtur. Bøndurnir verða burtur. Miðdepilin fyri føroyskari grønmetisframleiðslu verður burtur.
Tí ætlan er um, at besta veltingarjørðin í Føroyum og virksemið á henni nú verður gjøgnumkoyring.
Núverandi ætlan er, at ferðslan úr komandi Suðuroyartunlinum skal leiðast gjøgnum Sandafløttin, og tíverri úrslitar tað í, at velturnar verða burtur, ávara grønmetisbøndurnir.
Veltan er áhugafelagið hjá framleiðarum av grønmeti og matvørum í Føroyum. Endamálið er at skapa góðar umstøður fyri grønmetisvelting í Føroyum. Vit kenna okkum tí noydd at siga frá.
Góða sandjørðin á Sandafløttinum finst ikki aðrastaðni í landinum. Tað, ið bøndur hava bygt upp kring Sandafløttin gjøgnum ættarlið, byggist ikki upp aftur.
Sandoyggin missir ikki einans sítt grøna sermerki. Allar Føroyar missa grundarlagið undir føroyskari grønmetisframleiðslu.
Umhugsið við hesum í huga ætlaðu vegaføringina til Suðuroyartunnilin.
Við virðing og vón um, at sjónarmið okkara verða tikin til eftirtektar,
Nevndin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo