Nýggja vatnbreytin verður tikin í nýtslu hósdagin 1. Juni 2017 kl. 15.45! So nú kunnu øll fegnast um at 72 metra vatnbreytin er klár at taka í nýtslu.
Í morgin hósdagin 1. juni kl. 15.45 verður móttøka í sambandi við at vatnbreytin verður tikin í nýtslu. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna kemur at røða og eftir tað bjóðar Svimjihøllin kaffi og køkur.
Vatnbreytin kemur at verða opin og tøk at brúka somu tíðir sum Svimjihøllin er opin. Vegleiðandi aldursmark er 6 ár. Svimjihøllin vónar at fólk fara at taka væl ímóti nýggja og spennandi tilboðnum. Harumframt letur eisini upp ein nýggj spennandi vatnbreyt til minnu børnini.
Á myndini sæst hvørjir vælmøguleikar brúkarin hevur fyri at velja tema á ljóð & ljós programminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo