Í dag, Dýra Biðidag kl. 16, fer Vestmanna Sangkór at hava eina ljósa vár- og summarkonsert í Havnar Kirkju.
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, og uppií verða nakrir svenskir, íslendskir, russiskir, enskir og onkur á látíni.
Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo