Í sambandi við Várdagar, sum Nes kommuna skipar fyri, verður málningaframsýning í Oyrahandlinum á Toftum, har Jóannes S. Hansen sýnir sínar málningar fram. Fernisering verður sunnudagin, 30. apríl, kl. 15.00
Jóannes hevur nógvar listarligar gávur. Umframt at mála, so kenna vit hann eisini sum ídnan og góðan myndatakara og tónleikara.
Á ferniseringini í Oyrahandlinum sunnudagin, kl. 15.00, fer Jóannes S. Hansen sjálvur at hugleiða og spæla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo