Í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai 2017 kl. 13.
Endamálið er at vísa Føroya Løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, og soleiðis vísa, at vit eru samd við Føroya biskupi, tá ið hann sigur: "Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu."
Skráin:
Vælkomin
Felagssangur: Boðar tú til allar tjóðir
Kunning um tiltakið
Biðja Faðir vár
Tjóðsangurin
Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum vóna, at fólk møta fjølment.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo