Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tjóðveldi skal hava nýggjan formann, ella forkvinnu.

Eftir eina kvarta øld, hevur Høgni Hoydal, langt um leingi, lagt frá sær, og eftir øllum vanligum fólkaræðisligum reglum skuldu nógv havt møguleika at bjóða seg fram, men so er ikki í hesum førinum.

Tjóðveldi hevur nevniliga gjørt floksreglurnar somikið trongar, at tað eru bara fimm fólk, sum hava møguleika at bjóða seg fram.

Tey eru Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Annika Olsen, Dennis Holm og Hervør Pálsdóttir.

Um ynski er at gera eitt ættarliðsskifti í flokkinum, so ber tað illa til, tí fleiri av teimum sum hava loyvi at bjóða seg fram eru í sama aldri sum fráfarni formaðurin.

Tí verður talan annaðhvørt um ein fyribils formann/forkvinnu, meðan bíðað verður eftir at fleiri kunnu bjóða seg fram, ella verður talan um eitt blaðungt tingfólk við avmarkaðum politiskum royndum.

Tað er einki løgið í tí, at politiskir flokkar royna at byrgja uppfyri, at hvør Hanus og Janus kann seta seg í formanssessin hjá flokkinum, men tað ber eisini til at gera reglurnar so trongar, at eingin passar í sessin.

Sjálvstýrisflokkurin gjørdi eina líknandi reglu fyri nøkrum árum síðani.

Tað hevði við sær, at Kári P. Højgaard mátti leggja frá sær tríggjar ferðir, áðrenn hann gjørdist leysur úr formanssessinum.

Tí líka so trongligt sum tað var at sleppa í sessin, líka trupult var tað at sleppa úr honum aftur.

Hvørja ferð ein fór úr sessinum, so var bara ein sum uppfylti krøvini um at avloysa hann, og tað var gamli formaðurin.

So valið av formanni ella forkvinnu tann 2. novembur (ársins fyrsta harudag) fer at standa ímillum valevni sum annaðhvørt eru ov gomul ella ov ung.

Onnur hava ikki møguleika at bjóða seg fram. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo