Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

- Vit hava í dag ongar ætlanir um at hækka prísirnar fyri at brúka okkara tænastur, tað sigur Regin I. Jakobsen flogvallarstjóri í svari uppá fyrispurning frá VP.

Høvið er, at flogvøllurin í Keypmannahavn ætlar at hækka sínar prísir munandi. Samstundis frættist, at hetta er ein gongd, sum eisini kann væntast í fleiri øðrum floghavnum, tí útreiðslur til rentur og lønir væntast at halda á fram at vaksa.

- Eg kann lova, at vit hvørki í ár ella næsta ár fara at hækka okkara gjøld fyri at brúka floghavnina, tí vit hava eina ambitión um at vera ein attraktiv destinatión og fáa fleiri flogfeløg at brúka floghavnina. Hækkandi prísir ganga beint ímóti teimum ætlanunum, sigur Regin I. Jakobsen.

Vága Floghavn hevur í dag áleið 50 mió kr í skuld, men hevur ætlanir um stórar útbyggingar, og tá verður neyðugt at taka størri lán.

- Men er tað tí at tykkara prísir longu eru høgir í mun til aðrar floghavnir?

- Tað eru teir neyvan. Vit hava ikki gjørt nakrar samanberingar nýliga, men fari eg ikki heilt skeivur, eru okkara prísir kappingarførir.

Landið eigur 100% av Vága Floghavn.

Onki krav er um avkast, men landið fær 65 kr fyri hvønn ferðandi sum ferðast úr Vága Floghavn.

Flogvallargjaldið er í dag 170 kr (umframt tær 65 sum landið tekur). Tað eru nakrar krónur hægri enn tað sum floghavnin í Keypmannahavn tekur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo