Aftur í ár skipa kirkjurnar og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útiguðstænastu í Gundadali 2. hvítusunnudag 10. juni klokkan 11.
GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin.
Prestarnir luttaka og klovnurin Bubu verður eisini við.
Eftir guðstænastuna eru øll vælkomin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn og okkurt gott verður til børnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo