Hagstovan: Útflutningurin fyri november er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið desember í 2023 til november í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 319 milliónir krónur, ella nærum 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur.
Útflutningurin av laksi er vaksin 693 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Laksaútflutningurin er størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum desember 2023 til november 2024. Virðið er vaksið 13 prosent, og nøgdin er vaksin 24,5 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo