Hagstovan: Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 4,1 milliardir krónur. Hetta er 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør. Verður bara hugt at fiskavøruútflutninginum, er hann áleið tann sami sum í fjør.
Tað er minni útflutt av makreli. 10 túsund tons í ár móti 36 túsund tonsum í fjør. Útflutningsvirðið er 100 milliónir borið saman við 420 milliónir í fjør. Hendan myndin broytist helst, tá ið komið verður longur út á árið, tí meira er fiskað av makreli í juli og august í ár samanborið við í fjør.
Laksaútflutningurin er vaksin aftur og har er útflutt fyri 2 milliardir krónur fyrra hálvár. Nøgdin er 38 túsund tons og tað er tað mesta nakrantíð eitt hálvár.
Útflutningurin av botnfiskasløgunum toski, upsa og hýsu er minkaður. Mest fyri toskin, 12%, og minst fyri hýsu, har minkingin er 1%. Í nøgd er útflutningurin av hýsu tó vaksin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo