GRÓ Studios: Nýggja føroyska filmsframleiðslufelagið GRÓ Studios leitar nú eftir leikarum til nýggju politisku spenningsrøðina Tinganes.
Torfinnur Jákupsson er upphavsmaður og høvundur handan røðina, sum tekur sín íblástur frá politisku samtíðarskaldsøguni “Vit, Føroya Fólk” eftir Bjørk Mariu Kunoy. Hetta er næsta føroyska røðin hjá Torfinni, sum eisini er upphavsmaður og høvundur handan nú altjóða viðurkendu og virðisløntu krimirøðina TROM.
Talan er um fjølbroyttar leiklutir, bæði føroyskar og útlendskar, í øllum aldursbólkum. Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum leikari fyri at bjóða seg fram.
Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til casting@grostudios.tv við yvirskriftini Tinganes Casting, eini mynd og stuttari frágreiðing um seg sjálva/n, harímillum navn og aldur.
Síðani fær ein nærri upplýsingar um fyrstu upptøkuroyndirnar, sum vera seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo