Í morgin – fríggjadagin hin 21. apríl – verður ungdómsguðstænasta kl. 20.30 við Jóannes Purkhús í Hvannasunds kirkju.
Á skránni verður nógvur góður sangur, sum tey ungu skipa fyri, og Guitarfriends fara at framføra.
Ungdómar lesa inn- og útgangsbøn. Eftir guðstænastuna verður ein góður drekkamuður í Kirkjuhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo