Krabbameinsfelagið: Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, til eina hugnaløtu mikukvøldið 1. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Halda Hansen, ið hevði krabbamein í 2019, 2021 og aftur í 2022, fer at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein, hvussu hon fótaði sær í støðuni, og um hvussu hon hevur tað í dag.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 28. februar kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo