Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Undurfullir heilar er heitið á nýggjari, upplýsandi barnabók, ið fagnar ymiskleika og lærir lesaran at fevna um undurfullar munir í okkara heilum. Bókin er týdd og útgivin í samstarvi millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sinnisbata.

Hvør heili er øðrvísi enn allir aðrir heilar, og fyri at vísa á, hvussu ymiskir heilar eru, hevur Louise Gooding skrivað hesa upplýsandi og inkluderandi innleiðing í neurodiversitet fyri børn. Bókin greiðir m.a. frá, hvussu heilin er settur saman, og lýsir autismu, ADHD, OCD, angist, orðblindni og mangt annað á lættlesiligan og læruríkan hátt.

Undurfullir heilar lýsir neurodiversar upplivingar úr sjónarhorninum hjá tí einstaka, umframt einum vísindaligum og søguligum sjónarhorni. Henda hugvekjandi bókin setur orð á fjølbroytnið í okkara heilum og basir stereotypum við at varpa ljós á allar teir frálíku førleikarnar, sum neurodiversir einstaklingar hava!

Bókin er innbundin og er 96 síður til longdar. Beinir Bergsson týddi úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út við stuðli frá Sinnisbata. Undurfullir heilar fæst longu nú í handlunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo