- Russiski flotin hevur trupulleikar av at halda seg flótandi í hesum døgum, tað var argandi orðaljóðið í einum ukrainskum boðum eftir eitt álop við dronu, sum søkti í minsta lagi eitt skip.
Orsøkin til orðaljóðið er, at Ukraina í seinastuni hevur havt hepna hond við sínum álopum á russisk skip sum hoyra til svartahavsflotan.
Herfyri var bæði ein kavbátur og fleiri aðrir bátar og skip í havnarbýnum Sevastopol álopin, eins og sjálvur býurin í gjár var raktur av fleiri ukrainskum rakettum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo