Ukrainskar sjóherdeildir hava dripið umleið 40 russiskar hermenn í einum álopi á ein gasspall í Svartahavinum, skriva ukrainskir miðlar.
Russisku deildirnar høvdu eftir øllum at døma flutt útgerð og fólk út á pallin fyri at órógva fylgisveinasignal, sum skip í Svartahavinum brúka til siglingina.
- Hetta kundu vit ikki lata henda, sigur ein talsmaður fyri ukrainsku sjóverjuna, Dmytro Pletentsyuk, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo