Ukraina sigur seg hava framt størsta álop higartil í krígnum.
Tað siga fleiri ukrainskar keldur við BBC.
Ukraina leyp á fleiri mál djúpt inni í Russlandi síðstu nátt.
Sambært ukrainskum myndugleikum er hetta mest umfatandi álop á mál inni í Russlandi síðani russisku innrásina í februar 2022, skrivar Dagbladet.
Ukraina sigur seg hava rakt lóðurgoymslur og kemisk anlegg í fleiri russiskum landspørum, okkurt av málunum fleiri hundrað kilometrar frá markinum.
- Hetta var ein pínufullur snuddur á evnini hjá Russlandi at før kríggj, siga keldur í ukrainsku fregnartænastuni SBU, sambært Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo