Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF Úrslit: Bæði føroysku dreingirnir og genturnar vunnu seg í gjár í fjórðingsfinalurnar í árligu NEVZA-kappingini í flogbólti eftir sigrar á Onglandi.

U17 dreingir:
Ongland - Føroyar 2-3 (25-18, 21-25, 21-25, 25-21, 12-15)
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-23, 26-24, 25-15)

U17 gentur:
Ongland - Føroyar 1-3 (15-25, 16-25, 25-15, 19-25)
Svøríki - Føroyar 3-1 (25-22, 25-23, 16-25, 25-15)

Dreingirnir komu illa frá byrjan og taptu fyrsta settið 25-18, men svaraðu aftur við at vinna 25-21 í bæði øðrum og triðja setti. Ongland javnaði til 2-2 við 25-21 sigri í fjórða setti, men í javnbrótaranum vóru Føroyar stinnari og vunnu 15-12.

Føroyar spældu eisini ímóti Svøríki, sum fekk dygga mótstøðu, men vann kortini 3-0. Lítið og einki skilti liðini í fyrsta og øðrum setti, sum endaðu 23-25 og 24-26. Triðja sett vann Svøríki sannførandi 25-15.

Við sigrinum fer Svøríki beinleiðis í hálvfinaluna. Føroyar hava framvegis møguleikan at koma í hálvfinaluna, men so skal fjórðingsfinaludysturin ímóti Danmark-Hvítum í dag vinnast. Mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður Finnland. Gevið gætur, at Danmark hevur tvey lið við í kappingin: annað kallað Danmark-Hvítt og hitt kallað Danmark-Reytt. Hálvfinalan ímóti Danmark-Hvítum byrjar kl. 10 í morgun og dysturin kann stroymast á gjaldsrásini www.danskvolley.tv/en/home

-------

Eisini genturnar hava vunnið seg í fjórðingsfinaluna, og eisini tær vunnu á Onglandi. Úrslitið var 3-1. Føroyar lótu ongan iva vera um, hvør var betra liðið, og fyrsta og annað sett vórðu vunnin 25-15 og 25-16. Eitt sindur av iva sníkti seg inn í dystin aftur, tá ið Ongland vann triðja sett 25-15, men ivin varð tó skúgvaður til viks við 25-19 sigri í fjórða setti.

Síðan stóð Svøríki á skránni um beinleiðis pláss í hálvfinaluni, og tað var ikki uttan svørðsslag, at Svøríki stóð eftir sum 3-1 vinnari. Fyrstu tvey settini vóru rættiliga jøvn, har Svøríki vann 25-22 og 25-23, áðrenn Føroyar vunnu triðja sett 25-16. Í fjórða setti gjørdi Svøríki tó bart við at vinna 25-15.

Úrslitini hava við sær, at Føroyar møta Íslandi í fjórðingsfinaluni í morgun kl. 8. Ísland vann í gjár 3-2 á Danmark-Hvítum og tapti 3-0 fyri Finnlandi. Eisini í gentukappingini hevur Danmark tvey lið við í kappingini: Danmark-Hvítt og Danmark-Reytt. 

Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir Noregi í hálvfinaluni. Taparin møtir Onglandi í dysti, sum avger, hvør teirra skal spæla um 5. og 6. pláss, og hvør skal spæla um 7. og 8. pláss.

Fjórðingsfinalan kann stroymast á gjaldsrásini www.danskvolley.tv/en/home

--------

Hvat er NEVZA-kappingin?
NEVZA stendur fyri North European Volleyball Zonal Association. Fyrr æt NEVZA-kappingin kappingin um norðurlandameistaraheitið, tí bara Norðurlond vóru við, men seinni skipaði evropeiska flogbóltssamgongan CEV limalondini í ymisk øki í Evropa, m.a. NEVZA, sum er fyri norðurevropeisku londini. Tí er eisini Ongland partur av NEVZA nú, saman við hinum Norðurlondunum, undantikið Áland. Tí kann sigast, at NEVZA-kappingin er at meta sum ein víðkað kapping um norðurlandameistaraheitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo