Mangan er tápulingurin fullvissur, har hin klóki ivast
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja sum skjótast. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna.

Um starvið
Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Vit leita eftir einum starvsfólki til fulla tíð umframt avloysarum til vikuskifti og feriur. Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga.

Kafein er partur virkseminum hjá P/F Duty Free.

Vit vænta, at tú...

  • Ert fyrikomandi og gongur høgt upp í kundatænastu

  • Ert sera røkin og hevur sera gott reinførið

  • Kanst samstarva, umframt at tú eisini trívist við at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til starv@dutyfreefae.fo í seinasta lagið mikudagin 16. oktobur.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Khate Zachariasen, kafeleiðara, á tlf. 790048 ella teldupost starv@dutyfreefae.fo

GG: Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan.

Umsóknarfreist 16.10.2024.

SØK STARVIÐ HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo