Hóast bann, so útflyta fleiri lond í vesturheiminum framvegis til Russlands framkomna tøkni sum millum annað kann brúkast í russiska vápnaídnaðinum.
Tað skrivar bretski miðilin Express, sum eisini endurgevur úr eini frágreiðing hjá fyrrverandi leiðaranum í felagsskapinum Transparency International Ukraine.
Fleiri lond brúka hol í lógunum til at halda fram við útflutninginum til Russlands, teirra millum er eisini Bretland. Og Týskland útflytir framkomna tøkni, sum kann brúkast í russiska vápnaídnaðinum, verður eisini sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo